- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvussu tað kennist at hava alzheimer, og hvussu broytist gerandisdagurin, tá ein gerst sjúkur ella hevur maka, ið gerst sjúkur.
Altjóða alzheimer er leygardagin, og vit tosa við eini hjún, sum liva við sjúkuni Alzheimer. Marjun Restorff, leiðari á Demensklinikkin útgreinar, hvat alzheimer er, hvussu verður sjúkan viðgjørd, og hvussu umstøðurnar eru hjá teimum, ið hava demens.
Fyrstu útnorðurdagur verður hildin mánadagin. Hvat er útnorðursamstarvið, og hvønn týdning hevur tað? Vit tosa við Hallberu West, granskara, sum dagliga arbeiðir við útnorðursamstarvinum.
Elsebeth Mercedis Gunnleyðsdóttir er einasta kvinnan í nýggju landsstýrissamgonguni. Elsebeth er hósdagsgestur í Nón.
Frá Michelin-matstovu til matbil. Stjørnukokkurin Jákup Sumberg kemur í útvarpsstovuna at greiða frá, hví hann tók hesa kúvending.
Øll sendingin kann hoyrast her.