Heilur tarvur á grillina

13.09.2019 - 20:55
Lívsstílur
Heilur tarvur á grillina
Umframt hetta verður ein kúgv eisini slaktað
Fyrireikarar av Slaktinum við stóru grillina í Tórsgøtu. Grillin er leigað úr Íslandi
Mynd: Leivur Thomsen  

Leygardagin 13. september var árliga Slaktið í Tórsgøtu í Havn. Fyrireikararnir løgdu nógv fyri í ár og høvdu fingið ein heilan tarvskálv at grilla. Umframt hetta varð ein kúgv flett í Tórsgøtu. Endamálið við Slaktinum er at varpa ljós á kjøt frá landbúnaðinum.

Vanliga verða tarvskálvar avlívaðir og burturbeindir. Slaktið er ein roynd at varpa ljós á føroyskar landbúnaðarvørur, sigur Sigert Patursson, bóndi, sum leggur afturat, at føroyskt neytakjøt er eins gott og alt annað kjøt.

Tað er Sigert sjálvur, sum hevur latið Slaktinum hendan tarvskálvin at grilla. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá fyrireikingarbólkinum, sum umframt tveir bóndur telur brandmenn og aðrar fyriskiparar. Tað verða brandmenn, sum koma at syrgja fyri, at brunatrygdin verður hildin.

Við í innslagnum vóru: Sigurd Lamhauge, fyriskipari, Sigert Patursson, bóndi, Páll Djóni av Steinum, bóndi Levi Hansen fyriskipari og Tummas Pauli Juul, sløkkiliðsmaður

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858