Eiga at lofta kvinnunum tá tær flyta út aftur

07.10.2019 - 11:48
InnlendisSamfelag
Eiga at lofta kvinnunum tá tær flyta út aftur
Ein royndarskipan í Danmark við at lofta kvinnum, sum flyta úr kreppumiðstøðum vísir góð úrslit

Í Danmark eru góðar royndir við, at kreppumiðstøðir fyri kvinnur hava ein samskipara, sum betur kann lofta kvinnunum, tá tær flyta úr kreppumiðstøðini.

Hetta er til dømis ein, sum samskipar samstarvið við aðrar almennar stovnar og hjálpir kvinnunum við at koma út aftur í samfelagið.

Ann-Britt Mortensen, starvast í Kvinnuhúsinum, og hon heldur, at ein tílík royndarskipan hevði riggað væl í Føroyum.

Serliga útlendskar kvinnur eru ein bólkur, sum ofta hevur lítið netverk og ikki allar duga málið. Tí kundi ein tílík royndarverkætlan verið góð fyri júst hendan bólkin, sigur Ann-Britt Mortensen.

Hon var saman við øðrum starvsfólkum í Kvinnuhúsinum á árligu ráðstevnuni, "Norðurlendskar kvinnur ímóti harðskapi," sum var í Keypmannahavn herfyri.

Endamálið við eini tílíkari verkætlan er at styrkja kvinnurnar og fyribyrgja at tær afur enda í harðskapsraktum parlagi.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra samrøðuna við Ann-Britt Mortensen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585