– Hetta er ein útsøla av fiskiríkidøminum

13.10.2019 - 14:48
InnlendisPolitikkur
– Hetta er ein útsøla av fiskiríkidøminum
Høgni Hoydal kallar uppskotið um nýggja lóg um sjófeingi eina privatisering av føroyska fiskiríkidøminum. Landsstýrismaðurin vísir hesum aftur

Uppboðsølan av fiskirættindum verður avtikin, og útlendingar sleppa at verða verðandi í føroysku fiskivinnuni.

Fiskimálaráðið hevur sent uppskot til nýggja løgtingslóg um sjófeingi til hoyringar.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnimálum, Høgni Hoydal, finst hvassliga at nýggja uppkotinum.

Høgni Hoydal kallar uppskotið eina útsølu av føroyska fiskiríkidøminum til privatar fyritøkur og útlendingar.

Uppskotið um nýggja løgtingslóg um sjófeingi skal geva vinnuni tryggar karmar. Og útlendiski kapitalurin kann vera við til at menna føroysku fiskivinnuna skjótari, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum.

Hann vísir aftur, at talan er um eina privatisering av fiskivinnuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887