Leitisstein

LEITISSTEIN 14.10.2019 (2t) (Tema: Grace 25 ár)
16-10-2019
Í ár eru 25 ár síðani, at "Grace", einasta útgávan hjá Jeff Buckley, sála, varð útgivin. Eitt modernað meistaraverk halda tónleikakøn

Øll kenna framúrskarandi tulkingina hjá Jeff Buckley av "Hallelujah" hjá Leonard Cohen. Men fá vita, at sangurin er á einastu plátuni, Jeff Buckley náddi at geva út, áðrenn hann druknaði í 1997 einans 30 ára gamal.

23. august í ár vóru tað 25 ár síðani "Grace" varð útgivin, og tað verður hátíðarhildið í Leitisstein, har eg spæli alla útgávuna og hugleiði um "Grace" og ikki minst Jeff Buckley. 

"Grace" verður í dag roknað sum eitt modernað meistaraverk. David Bowie, sáli, hevur sagt, at hann hevði viljað havt "Grace" við sær, um hann endaði á einari óbygdari oyggj. Og gittaristurin í Led Zeppelin, Jimmy Page, kallaði útgávuna 90ara plátuna fram um allar aðrar. 

Hóast "Grace" ikki seldi serliga væl, tá hon varð útgivin, so noktar hon at fara í gloymskuna eins og framúrskarandi tónlistamaðurin, sum skapti hana. Jeff Buckley hevur ligið undir grønu torvu í 22 ár. 

"Grace" er fullkomiliga egin. Hon letur seg ikki seta í bás tónlistarliga. Tónleikurin á henni fevnir heilt frá sámlasangi til harðan rokk, og so er hon rættiliga tíðarleys. Sangirnir ljóða eins feskir og viðkomandi í dag, sum teir gjørdu fyri 25 árum síðani. 

 

 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
40 ár eru liðin síðani slóðbrótandi kassettubandið Vónir hjá Judy og Óla kom út. Í hesum sambandi er Óli Poulsen, framleiðari, gestur í sendingini
23-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Lenny Kravitz, The Black Crowes, The Black Keys, Kings of Leon, Nick Cave, The Marias, Gary Clark Jr., Mt. Joy, The Secret Sisters og øðrum
17-04-2024
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, sum eru tveir av stovnandi limunum av legendariska vágabólkinum Tinganest, eru gestir
09-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Nick Cave and the Bad Seeds, Kacey Musgraves, The Black Keys, Adrianne Lenker, Gossip, St. Vincent og mongun øðrum
03-04-2024
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
27-03-2024
Brimheim, ella Helena Heinesen Rebensdorff, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína aðru plátu "Ratking"
20-03-2024
Nýggjur tónleikur frá Kings of Leon, The Black Keys, Old 97's, Gossip, Noruh Joensen og øðrum er á skránni
13-03-2024
"Døgurðaslang / midnáttarsang" eitur nýggja plátan hjá Aggrasoppum. Talan er um eina ljósa og myrka síðu á plátuni. Fólk avgerða sjálvi, hvør síða er A og hvør er B
06-03-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni
27-02-2024
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Future Islands, The Killers, Beth Gibbons, Mumford & Sons, Mitski og mongum øðrum
20-02-2024
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er at hoyra í sendingini
06-02-2024