Góðan morgun Føroyar

Mikkjal á Ryggi 140 ár
17-10-2019
Í tí sambandi verður minningarhald í Miðvági 20. oktober

- Eitt natúrtalent. Soleiðis lýsir Edvard í Skorini Joensen, formaður í Vága Dansifelag, Mikkjal á Ryggi við einum orðið.

Mikkjal var ein sera fjølbroyttur maður. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.

Rithøvundastarv hansara fevnir millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra-og fuglalívið - umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur.

Tíðindaskriv frá Vága Dansifelag:

Skipað verður fyri minningarhaldi í Miðvági í samband við, at tað tann 17. oktober eru liði 140 ár, síðan Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð borin í heim í Beitinum á Ryggi í Miðvági.

Tað er Vága Dansifelag, sum í dag eigur barnaheimið hjá Mikkjali, ið skipar fyri haldinum.

Hátíðarhaldið verður tó ikki sjálvan føðingardagin, uttan sunnudagin 20. oktober, sum tó eisini er ein merkisdagur. Hendan dagin eru liðin 63 ár, síðan Mikkjal doyði í Hoydølum.

Tiltakið er tvíbýtt. Ein kirkjuligur og ein meira verðsligur partur.

Byrjað verður í Miðvágs kirkju klokkan 17.00, har sálmar hjá Mikkjali verða sungnir, og Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í søgu, fer at halda fyrilestur um Mikkjal á Ryggi og partar av skaldskapi hansara.

Eftir kirkjuliga partin verður farið yvir um vegin í Beitið, har farið verður upp á gólv, og sungið og kvøðið verður burtur úr rúgvuni av sangum, vísum og kvæðum, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024