Góðan morgun Føroyar

10 AM Freestyle
18-10-2019
Nýtt samstarv millum Marius DC og Jasmin

Nýggjasta staklagið hjá Marius DC er eitt samstarv við Jasmin, ið syngur við á lagnum, og hevur verið við til at skriva tað.

Tey bæði hittust fyrstu ferð á FMA fyrr í ár, har Jasmin hevði eina framúr góða framførslu, og vann heiðurin sum besta songkvinna. Eftir at tey aftur hittust í sambandi við Sement finaluna, har Marius luttók og Jasmin var serligur gestur, kom hugskotið um eitt samstarv.

Hetta gjørdist til veruleika, tá Marius føldi, at lagið 10 AM Freestyle tørvaði eitt niðurlag, ið breyt frá versunum. Jasmin skrivaði orð og melodi til niðurlagið, og nú er úrslitið av samstarvinum her.

Lagið 10 AM Freestyle er væl friðarligari enn fyrru stakløgini, og teksturin er sera persónligur.

Lagið er tøkt á eitt nú Spotify, iTunes, Youtube og Soundcloud.

Eins og fyrru løgini er tað Per Ingvaldur Højgaard Petersen sum hevur framleitt, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering.

Sangurin kann hoyrast her Marius DC - 10 AM Freestyle ft. Jasmin (Official Audio)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024