Súkklukappingar um vikuskiftið

18.10.2019 - 20:57
ÍtrótturAnnar ítróttur
Súkklukappingar um vikuskiftið
Fjallasúkklufelagið skipar fyri tveimum kappingum, tey kalla 'Vetrarkross' og 'Vetrarplúmm'
Mynd: Leivur Thomsen  
Helgi Winther, formaður í Fjallasúkklufelagnum, uttanfyri Svimjihøllina í Havn beint áðrenn venjing við felagnum

Leygardagin og sunnudagin, báðar dagar klokkan 10, skipar Fjallasúkklufelagið fyri kappingum í Havn. Tann fyrra, Vetrarkross, verður í økinum við Svartafoss leygardagin klokkan 10, og tann seinna, Vetrarplúmm, verður í Hoydølum sunnudagin somuleiðis klokkan 10.

Vikuskiftissendingin hitti Helga Winther, formann í Fjallasúkklufelagnum, til eitt prát við svimjihøllina í Havn beint áðrenn, hann skuldi til súkkluvenjing við Fjallasúkklufelagnum.

Øll kunnu vera við til hesar kappingarnar, sigur Helgi, tí støðið verður lætt.

Tað er bara at møta upp við súkklu og hjálmi, leggur hann afturat. Um man ikki endiliga súkklar, kann man eisini bara koma at hyggja at. Hóast hetta kallast kappingar, er talan um hugnalig tiltøk, har kappingarelementið ikki er so knívsskorið. Helgi sigur, at Fjallasúkklufelagið hevur gott pláss fyri nýggjum limum. Í løtuni hevur felagið einar 30 limir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819