ES-handilssáttmáli máar støðið undan landbúnaðinum

19.10.2019 - 12:22
InnlendisVinna
ES-handilssáttmáli máar støðið undan landbúnaðinum
Føroyski landbúnaðurin verður offraður fyri lættari atgongd hjá fiski- og alivinnuni inn á ES marknaðin, mótmælir Bóndafelagið

Bóndafelagið mótmælir, at ES nú sleppur at innflyta 80 tons av seyðakjøti tollfrítt til Føroya, afturfyri at føroyskur brislingur sleppur á listan yvir vørur, Føroyar kunnu útflyta tollfrýtt til ES.

Harumframt kunnu Føroyar eisini selja 20.000 tons av alifóðri tollfrítt til ES-marknaðin. Hetta fer at máa støðið undan føroyska landbúnaðinum, heldur Bóndafelagið.

Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, heldur, at føroyski landbúnaðurin verður offraður fyri lættari atgongd hjá fiski- og alivinnuni inn á ES marknaðin.

Sigert Patursson skrivar millum annað í mótmælinum:

80.000 kilo kunnu tykjast lítil nøgd, men umroknað til føroysk lambskrov svarar tað til umleið 5000 krov, ella millum 15 og 20% av teimum føroysku krovunum, sum eru á føroyska marknaðinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584