Breddin

Breddin
22-10-2019
Fólkaskúlin er fyri kvinnur, MVG frítøka og skattalækking á heimavirkisvørur ganga útyvir fyritøkur og mótmælisgongur í Hong Kong eru á breddanum

Talið av mannligum lærarum er alsamt minkandi. Dreingirnir trívast verri - fólkaskúlin er fyri gentir og kvinnur.

Kjak millum landsstýrismannin í Mentamálum og formannin í Føroya Lærarafelag. Eisini tosað vit við lærarar, skúlastjórar og ein sálarfrøðing.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur enn einaferð gjørt eitt uppskot, sum skal frítaka heimavirkisvørur fyri MVG og lækka skattin munandi á inntøkum hjá teimum, sum selja heimavirkisvørur.

Hetta skaðar eina spírandi professionalisering av sniðgeving og klædnaframleiðslu, siga fólk í vinnuni og arbeiðsgevarafelagið.
Kjak millum Jørgen Niclasen og stjóran í Marjun Heimá, Maibritt Jakobsen.

Og fimta mánað á rað eru mótmælisfólk í gøtunum í Hong Kong - vit tosa við korrespondent í Hong Kong, um hvat liggur aftanfyri ófriðin, og hvønn veg tað ber.

Luttakarar í sendingini eru

Philip Khokhar, uttanríkiskorrespondentur í Hong Kong,

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Aslaug Olsen, skúlastjóri, Sankta Frans Skúli, Dagfinn Olsen, lærari, Jacob Thomsen, lærari og Jenis av Rana, landsstýrismaður í Mentamálum

Majbritt Jakobsen, stjóri í Marjun heimá, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Poulina Jóanesardóttir, eigari av Vevstovuni hjá Poulinu

 

John Johannesen, Símun Christian Olsen og Marjun Dalsgaard gjørdu sendingina

Redaktørur: Marjun Dalsgaard

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024