Fótbóltsleikarar fáa óskattaðar pengar

24.10.2019 - 20:15
InnlendisPengar
Fótbóltsleikarar fáa óskattaðar pengar
Helmingurin av pengunum, nógvir fótbóltsleikarar í Føroyum fáa í løn, fer ikki yvir skattaskipanina, tvíheldur fyrrverandi landsliðsleikari

Fótbólturin í Føroyum hevur eina døkka síðu. Í øllum førum sambært fyrrverandi landsliðsmálverjanum, Jens Martini Knudsen.

Helmingurin av lønini hjá nógvu leikarum fer uttan um skattaskipanina.

Í sínari ævisøgu, "Maðurin við topphúgvuni", frá 2012, fortelur Jens Martin Knudsen opið og ærligt um leiklutin, sum svartir pengar hava í føroyskum fótbólti. Og maðurin við topphúgvuni, sum í dag er hjálparvenjari hjá NSÍ, stendur fast við, at svartir pengar, ella aðrar fíggjarligar fintur, framvegis verða brúktir í fótbóltsfeløgunum, tá pengakassin er tómur.

Nýggjast fintan, sum verður brúkt, er, at feløgini gjalda pengar frammanundan, ein sokallað sign on fee, sum tó ongantíð sæst aftur í roknskapinum hjá feløgunum.

Tí skulu sjálvt heiðurlig fólk, sum fara í nevndina í einum fótbóltsfelag í bestu fótbóltsdeildini, vera til reiðar at dálka sær fingrarnar, fyri at fáa virksemið at hanga saman fíggjarliga, sigur Jens Martin Knudsen.

Her kanst tú hoyra eina longri útgávu av samrøðuni við føroysku fótbóltslegenduna enn tann, sum varð brúkt í Breddanum 24. oktober.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584