Góðan morgun Føroyar

– Geri mær størri ómak í skúlanum enn heima
07-11-2019
Katrina Svartá hevur vaskað í Hvalvíkar skúla í 40 ár. Í vikuni fekk hon heiðurstekn frá drotningini

Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott arbeiðspláss, sigur Katrina Svartá.

Í 40 ár hevur hon vaskað í Hvalvíkar skúla. Fyrstu áleið 30 árini vóru tær tvær um uppgávuna, men seinastu árini hevur hon verið einsamøll.

Tað var øgiliga strævið at byrja við. Nógv er at fara um, og trapputrinini eru fleiri í skúlanum.

Við tíðini hevur hon tó funnið ein leist, sum ger uppgávuna lættari.

Katrina Svartá viðgongur, at hon ger sær størri ómak, tá hon vaskar skúlan, enn tá hon vaskar heima.

Tað skal ikki vera nakað at seta fingurin á, sigur hon.

Hóast Katrina hevur vaskað í skúlanum í 40 ár, hevur hon ongar ætlanir um at gevast.

Enn klári eg at vinda tvøguna og ganga gjøgnum trappurnar.

Tað eri eg takksom fyri, tí tað er ikki øllum unt at sleppa at arbeiða so leingi, leggur heiðurslønta vaskikonan aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024