Nón

Anne Marie Gøricke og J. P. Gregoriussen í Focus
14-11-2019
Lívshóttandi sjúka, ein lívsjáttandi gongd og Havnin mynda framsýningina hjá Onnu Marie Gøricke og Palla Gregoriussen

Fríggjadagin kl. 16 lat Gallarí Focus upp í nýggjum hølum í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn. Og talan er um eina forvitnisliga framsýning við verkum eftir Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke, ið kann síggjast til 21. november.
Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á hesari framsýningini er at siga, at eftir herviliga, lívshóttandi sjúku, er hon framvegis í fyribyrgjandi viðgerð.
Eitt nú hesi viðurskifti hava leitt til, at hon brádliga aftur tók málarakynstrið uppaftur. Málað er við stórum mátti og dirvi móti sjúkrahóttanini - og hetta endurspeglast í myndunum, samstundis sum Anne Marie Gøricke er øðrum til fyrimyndar, sum stríðast við hóttandi sjúku.
J. P. ella Palle Gregoriussen, ið er føddur í Havn í 1932, hevur sum arkitektur sett sín serliga dám á byggilistina í Føroyum, eitt nú tá talan er um sethús, skúlar og ansingarstovnar, umframt aðrar spennandi bygningar sum til dømis Listaskálan í Havn.
Palle Gregoriussen hevur sýnt fram tekningar síðan 1962, eitt nú ferðatekningar úr útheiminum, samstundis sum hann mangan hevur teknað Havnina. Eisini hevur hann latið úr hondum fleiri bøkur, eitt nú um kirkjurnar og prestagarðarnar í Føroyum.
Framsýningin við verkum eftir Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke kann síggjast í Gallerí Focus til hósdagin 21. november
Tú kanst hoyra samrøðurnar við Onnu Marie, Palla Gregoriussen og Marionnu Norðoy her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022