Málteigurin

Fólkanøvn og málreglur
14-11-2019
Ongar greiðar reglur eru fyri, hvussu nøvn skulu úttalast. Tað besta er at virða úttaluna hjá tí, sum ber navnið, sigur Elin Henriksen

Hvussu eru reglurnar, tá vit úttala fólkanøvn? Fleiri dømi eru, har fólk úttala sítt navn uttan at tað er í samsvari við galdandi mállæru ella reglur. Hvør hevur tá rætt? Tann, ið ber navnið, ella reglugerðirnar?

Dømi: Sólvit, sum fleiri høvdu úttalað Sølvit, men hann sigur sjálvur, at hann eitur Sóóólvit.

Ella navnið Dagfinn. Eitur tað Daggfinn ella Dææægfinn, sum viðkomandi sjálvur vil vera við.

- Reglurnar eru ógreiðar, og tá tað er talan um fólkanøvn er rættast at virða tað, sum viðkomandi, ið ber navnið, sjálv ella sjálvur sigur, heldur Elin Henriksen, málkøn.

Men hon leggur dent á, at í teimum førum har talan er um málføri, má tann, sum ber navnið, finna seg í, at málførini vinna. 

- Eitur tú Jógvan ella Rógvi og flytur til Suðuroyar at búgva, so mást tú liva við, at tú verður kallaður Jogvan ella Rogvi. 

Við síðuna á ella av
Umframt hetta evnið taka vit viðmerkingar frá lurtarum um evni, ið hava verið til viðgerðar, við. 

Fyrisetingin hesa vikuna er við síðuna á ella av, og her tríva vit eisini í málilskuna 'við síðurnar av.'

- Tað er rætt og slætt møsn at siga, at okkurt er farið við síðurnar av, ella at eg siti við síðurnar av henni, tí tað merkir báðumegin. Og tað ber ikki til, sigur Elin Henriksen.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024