Góðan morgun Føroyar

2020 verður eitt hendingaríkt ár hjá Marius Ziska
17-01-2020
Konsertferðir og nýggir sangir eru á skránni í árinum, sum júst er byrjað

Í dag letur Marius nýggjan sang og video úr hondum. Falli til jarðar er heitið, og hetta er aftur eitt samstarv ímillum Hans Marius Ziska og Hans Jacob Kollslíð.

Sangurin er trúgvur ímóti ljóðmyndini, sum er kend úr útgávunum Heim og Portur.

Tað eru menninir í bólkinum, sum eiga serstøku gera ljóðmyndina, sigur Hans Maris Ziska.

Vit eru allir nokkso samdir um, hvat er gott, leggur hann aftrat.

Um tekstin í sanginum stendur í tíðindaskrivi, at hann á ein hátt stendur í andsøgn við nýmótans framleiðsluna, og við hesum sanginum í huga, skilir tú væl tann ummælaran, sum fyri nøkrum árum síðani varð freistaður til at umtala Marius sum Mystiski Marius.

Ofta eru tað tilverunnar stóru spurningar, sum kanska ikki fylla so nógv í nútíðarinnar útvarpsvinarliga popptónleiki, ið Marius Ziska hættar sær at fara í holt við í sínum sangum, og nýggja staklagið ger júst tað.

Falli til jarðar tekur lurtaran við á einaumfatandi tekstliga ferð.

Í fyrsta versi verður elligamla myndin um at koma yvir um ánna nýtt, í øðrum versi verður staðfest, at einstaklingurin má sjálvur læra seg at síggja, og í niðurlagnum verður sungið um ein djúpan longsul eftir onkrum størri.

Millumstykkið er myrkt og vónin er um at hvørva, men so kemur niðurlagið aftur við glottum av lívi og eini vón um bjarging.

Í næstum verður farið á konsertferð í Danmark. Sí skránna her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024