Meg minnist

Meg minnist: Disa Christiansen (2:2)
19-01-2020
Jógvan Arge hittir Disu Christiansen í Nólsoy. Seinna sending

Disa fór í húspláss í Nólsoy í 1958. Har giftist hon og fekk fimm børn í 1960unum. Í Nólsoy vóru tá 60 neyt og 60 børn.

Nólsoyingar høvdu góðan útróður eystan fyri, har russarar plagdu at royna. Í bygdini vóru tveir fiskakjallarar og fimm handlar. Disa flutti seinni til Havnar og fór í 1983 til Danmarkar at søkja sær útbúgving.

Hon arbeiddi ymsum á stovnum um keypmannahavnarleiðina, gekk í framhaldsskúla og slapp inn á ríkissjúkrahúsið at læra til sjúkrahjálpara.

Børnunum longdist heim aftur til Føroya. Tí vórðu húsini í Krákuni keypt. Disa var nøkur ár í nítiárunum um foreldrini á Skála, tá bróður hennara var deyður.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023