Breddin

Breddin
28-01-2020
Mismunur í pensjónsútgjaldi, javnstøða og eitt bann á óneyðugt einnýtisplast vóru til viðgerðar í Breddanum

Tá vit koma til árs og skulu liva av pensjónskrónunum, er útgjaldið skipað sambært løgtingslóg um eftirløn frá 2013 - seinast broytt í 2018.

Lógin ásetur, at minst 45 prosent av uppspærdu pensjónini skal gjaldast út sum lívslong veiting. Tað vil siga, at persónurin, sum hevur goldið inn til skipanina fær eitt mánarligt gjald so leingi viðkomandi er á lívi. 

Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn. Upphæddin verður goldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald - tað vil siga, útgoldið í einum.

Men tað er munur á hvussu nógv kvinnur og menn fáa í lívrentu - tað vil siga mánaðarligum útgjaldi restina av lívinum, hóast tey rinda tað sama inn í skipanina. 

Orsøkin er at ánaðarliga útgjaldið verður roknað eftir miðal livialdri - ikki fyri øll, men fyri ávikavíst kvinnur og menn. Og tá kvinnur liva í miðal 5 ár longri enn menn fáa tær eitt lægri mánaðarligt útgjald. 

Vit seta Ólavi Gunnarson, formanni í Maskinmeistarafelagnum, Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfelagnum, og Pætur Niclasen, formanni í S&K felagnum, spurningin, um tað er lagið at gera hendan mismun. 

Nýggj forkvinna
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, setti í dag nýggju Javnstøðunevndina. 

Tað verður Mai Laksáfoss Simonsen, ið skal leiða arbeiði hjá nevndini næstu fýra árini. 

Hon var gestur í útvarpsstovuni har hon greiddi frá, at nevndin fer at halda fram í sama leisti sum undanfarna nevnd. 

Plastbann
Skal ymiskar plastvørur til einnýtslu bannast? Tað er spurningurin, ið løgtingsmenn skulu taka støðu til í næstum, nú Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at banna óneyðugum einnýtisplasti.

Men hvat er óneyðugt einnýtisplast og er hetta gongda leiðin at minka um plastdálking?

Ingilín Strøm og Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hittust í útvarpsstovuni at kjakast um evnið. 

 

Luttakarar í sendingini vóru Ólavur Gunnarson, Óluva í Gong, Pætur Niclasen, Poul Christoffer Thomassen, Mai Laksáfoss Simonsen, Ingilín Strøm og Beinir Johannesen.

Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard og Sólvit Nolsøe.

Hallur av Rana var redaktørur og Høgni Fagraberg teknikari.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024