Óvissa um samlaða kostnaðin

29.01.2020 - 13:30
InnlendisSamfelag
Óvissa um samlaða kostnaðin
Tær 152 milliónirnar, sum løgtingið nú skal játta afturat til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, er bara ein partur av rokningini

Tað staðfestir Landsverk, sum tó einki boð hevur uppá, hvat útbyggingin samlað fer at kosta.

Politiska skipanin skal venja seg til at rinda nógvar milliónir krónur afturat til at byggja út Landssjúkrahúsið. Hvussu nógvar milliónir, tørvur er á, er tó ógjørligt at meta um.

Tað sigur leiðarin á Byggideildini hjá Landsverki, nú løgtingið viðger eina verklagslóg fyri Landssjúkrahúsið um at játta 152,7 milliónir krónur afturat.

Verklagslógin, har biðið verður um 152,7 milliónir afturat, millum annað til at projektera komandi um- og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum, liggur í løtuni í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Tá pengarnir eru játtaðir, fer Landsverk undir at projektera tey arbeiði, sum skulu gerast fyri at Landssjúkrahúsið kann virka sum ein eind.

Hoyr meira í innslagnum her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010