Nógvir streingir at spæla uppá

07.02.2020 - 18:51
ListTónleikur
Nógvir streingir at spæla uppá
Gittarprát við Jákup Zachariassen
Jákup Zachariassen við sínum Duesenberg gittara
Mynd: Leivur Thomsen  

Jákup Zachariassen hevur verið tónleikari í ein mansaldur, og í øll hesi árini hevur hann støðugt ognað sær bæði nýggjar og gamlar gittarar. Tann seinasti í samlingini er ein nýggjur Martin D-18. Nú er talið av gittarum, bassum og mandolinum sostatt komið upp á eini 40 í tali. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Jákupi, har prátið snúi seg um nakrar av hesum gittarum. Hóast Jákup eigur nógvar gittarar, er hansara høvuðsljóðføri steele-gittarin, sum hann hevur spælt uppá tey seinastu 20 árini. Hesin er markant øðrvísi enn ein vanligur gittari - hann hevur 10 streingir og nógvar pedalir og knæ-bendarar. Hoyr Jákup greiða frá um síni mongu ljóðføri og hvat, hann brúkar tey til. Innslagið á heimasíðuni er longda útgávan í mun til útvarpsinnslagið

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652