Góðan morgun Føroyar

Robert Plant spælir leygarkvøld á G! Festivalinum
14-02-2020
- Hetta er tann heilagi rokkandin, sum kemur til Føroya, heldur ummælari

Michael Anthony Charles Johannesen, tónleikastjóri á G!, kunngjørdi í morgunsendingini, at Robert Plant, sum bleiv heimskendur við bólkinum Led Zeppelin, kemur til Føroya í summar.

71 ára gamli sangarin, ið verður mettur millum teir størstu í rokksøguni, vitjar oyggjarnar við síni nýggju tónleikaverkætlan, Saving Grace.

Saving Grace byrjaði at framføra í 2019 og leggur nú leiðina til G! Festival í juli.

Bólkurin tulkar eldri løg úr ymsum sjangrum, t.d. folk, bluegrass, blues og roots.

Tónleikurin er í sentrum og alt snýr seg um at tæna tí einstaka sanginum, sigur G! í tíðindaskrivi.

Tað er eingin ivi um, at hetta er kempistórt, sigur Uni Leitisstein, tónleikaummælari.

Hann leggur aftrat, at hetta er størsta bóking, sum G! Festivalurin nakrantíð hevur gjørt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024