Nón

Tá ið tað óspilta rustar
14-02-2020
"Bølger over det høje græs" er ein Feðgar á ferð anno 2020, sigur rithøvundurin Rúni Weihe. Talan er um eina nýggja føroyska skaldsøgu - á donskum

- Fólk kenna hvønn annan rættiliga væl, og tað kann gera tað øgiliga trupult at skriva púra erliga.

Soleiðis sigur Rúni Weihe, rithøvundur, sum hevur skrivað eina heilt serliga lítla skaldsøgu um at venda aftur til Føroya og síggja Føroyar uttanífrá.

Talan er partvíst sum eina autofiktiva skaldsøgu, sum er skrivað á donskum. Rúni Weihe er útbúgvin arkitektur og rithøvundur. Hann er føddur í 1985, føddur og uppvaksin í Føroyum, men býr nú Keypmannahavn.

Bókin, sum nevnist Bølger over det høje græs, er í tveimum. Fyrri parturin eru stuttir yrkingakendir tekstir, sum eru løtumyndir úr føroyska landslagnum. Seinni partur er ein ferðafrásøgn í dagbókastíli, har ein ungur maður, ið sum drongur fór av landinum við mammu síni, er komin aftur til Føroya at vitja pápa sín. Og so fer hann einsamallur við tjaldi gjøgnum føroysku náttúruna í tríggjar vikur.

Bókin er eitt slag av heimstaðarskaldskapi, har støð og hendingar vekja minni. Ferðin er trilvandi, og bókin vísir aðrar síður av Føroyum, enn vit eru von at síggja. Tann vakra føroyska náttúran verður lýst erliga, við sínum grótbrotum og rustaðum bingjum.

Hoyr samrøðuna við Rúna Weihe her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022