Góðan morgun Føroyar

Vilja gera dygdargott barnatilfar
17-02-2020
Búi Dam og Dánjal á Neystabø vunnu ársins Geytavirðisløn

Leygarkvøldið var Geytakvøld í Norðurlandahúsinum. Í alt 20 filmar vórðu sendir inn til kappingina - av teimum vórðu 8 filmar valdir út at kappast um Geytan.

Vinnarin gjørdist filmurin 'Hví eru vit her', sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava gjørt saman við einum stórum liðið av filmsfólkum.

Um filmin, segði dómsnevndin m.a.:

Umframt tey bæði mátini, søga og tøkniligt avrik, er eitt triðja mát hjá dómsnevndini, hvussu filmiskt frásøgusnildni er nýtt. Heilt frá byrjan síggja vit eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin á okkara leiðum, 'Sjeynda seglið', hjá Bergmann. Filmurin har telvarin dystast við deyðan. Umframt hesa referansu spælir filmurin sær eisini stevfast við slapstick-sjangruna. Eingin í dómsnevndini kann seta ein fingur á nakað í hesum floygda og fullbúna filmi, sum greiður og avsluttaður kemur inn á fyrstaplássið. Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunktinum setur sær fyri at loysa: Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara. Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær og tí kemur aftur at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni, sum eisini er ein vaksin, og tá fær rætta kuffertið og tí kann fara at fara. Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksitentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin.

Umframt Geytan, var Áskoðaravirðisløn latin, og hana fekk Gudmund Helmsdal fyri filmin "Trøllabeiggi".

Geytavirðislønin á 35.000 krónur er stuðlað av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønin á 25.000 krónur er stuðlað av Tórshavnar kommunu.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024