- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Vitjað verður fyrst á skaðastovuni og G1 á Landssjúkrahúsinum í Havn, har tey altíð skulu vera klár at taka ímóti og vera tilbúgvin, um vanlukkur henda. Sjúkrarøktarfrøðingarnir Sólrun Joensen og Jensia Højgaard Kjærbæk og ungi læknin Hjørdis Mohr greiða frá arbeiðnum.
Síðani verður farið niðan í Mjørkadal, har Edvard Olsen, fangavørður, sjálvur annar er á náttarvakt og hann vísir runt í húsinum. Har er friðarligt um náttina.
Umborð á flakatrolaranum Gadusi við bryggju í Klaksvík hevur Johan Mørkøre vakt. Hann sigldi við Gadusi, men mátti gevast eftir at hann fekk stóran skaða av eldi. Johan er fegin um at hann varð biðin um at halda vakt umborð um náttina meðan Gadus er heima.
Klaksvíkingurin Jákup Eli Hansen, sum hevur verið vaktarmaður hjá Ansni í meira enn 13 ár, greiðir frá sínum arbeiði um náttina. Hann hevur vaktarhald á virkjum og aðra bæði í Klaksvík og í Eysturoynni.
26 fólk vaska hvørja nátt stóru og væl útgjørdu framleiðsluhøllina á nýggja laksavirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum. Og heilsukrøvini eru strong. Hvønn morgun skal eitt eftirlit góðkenna úrslitið av vaskingini, áðrenn framleiðslan verður tikin uppaftur. Allan Sólsker, Kaja Hansen og Hallur Gunnarstein Hansen greiða frá arbeiðnum at vaska.
Og at enda í sendingini eru vit á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík, har tríggjar kvinnur hava náttarvakt og ansa teimum 70 búfólkunum, sum búgva á trimum deildum. Tær hava hvør sína deild og hjálpast eisini at um neyðugt. Eyðdis Niclasen, Karin Elisa Svøðstein og Dagbjørt Johannesen greiða frá.