- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fríggjadagin var stór hátíðarløta í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Niels Danielsen, portørur, fekk Dronningens Fortjenestemedalju fyri at hava verið í starvi í samfull 40 ár.
Eg eri innandura og fáist mest við at trilla sengur, sigur portørurin.
Av tí sama er hann ofta í lyftini, og har kemur hann í samband við nógv fólk.
Eg vænti, at fólk, sum koma á Landssjúkrahúsið, vita, hvør eg eri, sigur hann brosandi.
Niels Danielsen heldur, at umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru ok, og hann fegnast um at hava ógvuliga góðar starvsfelagar.
Tey vita, at eg eri bæði tvørur og egin, men tað er eingin trupulleiki, sigur hann smílandi.
Fryntligi portørurin tekur eitt ár aftrat á arbeiðsplássinum.
Onkuntíð skal men gevast, men eg kann koma inn onkran dag at hjálpa til, sigur hann at enda.