- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Humanity in Action Danmark hevur í ár valt at seta ríkisfelagsskapin á dagsskránna, og tí fer summarakademiið í Keypmannahavn næstu árini millum annað at snúgva seg um mannarættindaspurningar í føroyskum høpi. Skipað verður eisini fyri eini ferð til Føroyar í samstarvi við m.a. Setrið. Tí er neyðugt, at føroysk lesandi luttaka, so eisini Føroyar verða umboðaðar millum luttakararnar. Sostatt hava føroyingar tann fyrimunin, at fyriskipararnir raðfesta føroyska luttøku.
Ókeypis summarakademi (juni - juli)
Á hvørjum ári skipar Humanity in Action fyri ókeypis útbúgvingarskeiðum, ið kallast summarakademi (á enskum Fellowships). Summarakademiini vara í ein mánað og taka stað um somu tíð í Keypmannahavn, Sarajevo, Berlin, Amsterdam og Atlanta í USA. Umleið 30 altjóða lesandi (fellows) luttaka í hvørjum summarakademii. Skipað verður fyri fyrilestrum, verkstovum, kjakfundum, rundferðum og sosialum tiltøkum í samstarvi við førandi vísindafólk, miðlafólk, íverksetar, politikarar o.ø. Tá skeiðið er lokið, fáa luttakararnir møguleika at royna nýggju vitanina í verki, við at gera sína egnu verkætlan (Action Project), sum onkursvegna byggir á mannarættindaviðurskifti. Tað kostar einki at luttaka, men vanligt er, at nógv eru um boðið at fáa pláss. Til ber at søkja inn á akademi í øllum vertslondunum, og Humanity in Action veitir útlendskum luttakarum bústað.
Søk um upptøku á summarakademi í Keypmannahavn her