- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hvussu ávirkar Korona-farsóttin tín gerandisdag? Lýs gjarna, hvussu tú hevur tað, og hvussu tú kennir teg.
Soleiðis ljóðar spurningur nummar 4 í spurnarblaðnum, sum liggur á Facebooksíðuni hjá Landsbókasavninum, og sum tey fegin vilja hava føroyingar at svara.
Orsøkin til hetta spurnarblaðið er, at Landsbókasavnið savnar inn upplýsingar um hesa tíðina, sum møguliga kunnu nýtast til at granska í seinni.
- Vit savna longu inn heimasíður, men fáa ikki savnað inn tað, sum gongur fyri seg á Facebook, og tí spyrja vit hendan vegin, sigur Sólvør Hendriksen frá Landsbókasavninum.
Eisini hava tey áhuga í at hoyra um bloggar um evnið, og um dagbøkur, sum fólk føra um koronatíðina.
Vilt tú síggja spurnarblaðið, trýst her