Joe Pizza í Hvalvík senda ikki við postinum

03.04.2020 - 18:33
Lívsstílur
Joe Pizza í Hvalvík senda ikki við postinum
Koyringini skipa tey sjálv fyri
Pizza
Mynd: KVF  

Vikuskiftissendingin hevur ringt til Joe Pizza í Hvalvík og spurt tey, um tey kundu havt áhuga í at brúka tænastuna at koyra pizza út, sum almenna partafelagið Posta nú bjóðar. Anja Johansen, sum umsitir Joe Pizza, sigur, at tey í verandi løtu ikki hava gjørt nakra avtaku við Posta, men hon leggur afturat, at tað ikki er óhugsandi, at tey kundu fingið brúk fyri tænastuni. Í løtuni koyra tey sjálv pizza út í Hvalvík ókeypis. - Er talan um longri tein, til dømis í aðrar bygdir, taka vit eitt gjald fyri tað, sigur Anja. Vikuskiftissendingin hevur eisini verið í sambandi við Posta, sum ikki vil úttala seg í Kringvarpinum, men vit kunnu endurgeva Arinu Bischoff, søluleiðara hjá Posta, sum í stuttari sigur, at Posta bert hevur gjørt avtalu við ein kunda, og tað er Gist og Vist í Havn. Posta hevur altso ikki ætlan um at bera pizza út uttanfyri Havnina.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628