Tyngri at umsita hjálparpakka tvey

bannari
07.04.2020 - 12:14
InnlendisPolitikkur
Tyngri at umsita hjálparpakka tvey
Tað verður munandi tyngri, at umsita tann seinna hjálparpakkan enn tann fyrra, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Broytingarnar í løgtinginum hava við sær, at stuðulin, sum verður latin fyritøkum til fastar útreiðslur, verður gjørdur meira stigvísur. Stuðul kann nú latast til fleiri rakstrareindir hjá somu fyritøku, umframt at íverksetarafyritøkur nú eisini fáa part av hjálparpakkanum.

Í hesum føri er tað landsstýrismaðurin, ið skal áseta nærri reglur um skjalprógv fyri mistum umsetningi ella væntaðum umsetningini hjá nýggjum fyritøkum.

Men júst hvussu broytingarnar hjá løgtinginum skulu fremjast í verki, og hvat tað fer at hava við sær í meirkostnaði, veit landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, ikki at siga.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802