Góðan morgun Føroyar

Sangarin í Blur helt lítið um føroyska ølið
08-04-2020
Mikukvøldið 27. august í 1997 var ein serstøk konsert í høllini á Hálsi í Havn. Tá vitjaði háaktuelli bretski bólkurin, Blur

Konsertin var liður í rundferð í Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Fleiri vilja vera við, at hetta var størsta konsert í Føroyum nakrantíð. Blur hevði júst latið úr hondum fløguna Blur, har eitt nú stórhittið Song 2 er á.

Tó vóru bara 900 áhoyrarar á konsertini á Hálsi.

Tað, sum stendur eftir hjá fleiri, er, at sangarin, Damon Albarn, drakk eina føroyska øl á pallinum og síðani segði fjøldini, at hann var alt annað enn imponeraður av smakkinum.

Finnur Koba hevur gjørt útvarpsdokumentar um forkunnugu tónleikavitjanina í 1997.

Upptøkur frá konsertini eru funnar í útvarpssavninum. Tær vórðu gjørdar til íslendskt útvarp, ið sendi beinleiðis um ISDN.

Eisini eru sjónvarpsupptøkur frá føroyatúrinum á youtube. Eitt íslendskt sjónvarpslið fylgdi Blur á konsertferðini og gjørdi samrøður við limirnar um Føroyar.

Dokumentarurin er gjørdur burtur úr konsertupptøkuni, sjónvarpsupptøkuni og samrøðum við fólk, sum upplivdu konsertina.

Sendingin snýr seg eitt sindur um bólkin, um konsertina; men eisini um føroyska samfelagið, sum júst hevði fótað sær úr bankakreppuni - og tí ikki orduliga hevði yvirskot at taka ímóti einum slíkum superbólki, ið onkursvegna tóktist vera sleptur á fjall, tá hann lendi í Vágum.

Sendingin kann hoyrast her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024