- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blur lat ein Kodak-film liggja eftir
Tað finst ikki nógv myndatilfar frá konsertini, sum Blur hevði í Høllini á Hálsi mikukvøldið 27. august 1997.
Sosialurin var einasti miðil, sum tók myndir frá konsertini.
Freelance-myndamaðurin Gundur Follend Mikkelsen tók myndirnar, sum komu í blaðið saman við einum ummæli dagin eftir.
Tíverri finnast upprunamyndirnar ikki; einans sum svart/hvítar í vánaligum kvaliteti. Ein teirra vísir forsangaran Damon Albarn veipa við ølini, sum hann seinni spýtti út og síðani mælti tey orð: Your beer is shit!".
Ta myndina hava vit - við loyvi frá myndamanninum - brúkt sum permumynd til útvarpsdokumentarin Annar sangur á Nabb
Hoyr eisini: Sangarin í Blur helt lítið um føroyska ølið
Kodak-filmur lá eftir
Men har eru tó nakrar myndir komnar undan kavi. Myndirnar stava frá einum Kodak-filmi, sum lá eftir, tá limirnir í Blur vóru farnir av landinum aftur.
Tann, ið framkallaði myndirnar, ynskir at vera ónevndur.
Flestu myndirnar eru tiknar backstage beint áðrenn konsertina. Á myndini síggjast fleiri av íslendsku tøkningunum og limirnir í Blur - allir uttan ein; trummuleikarin Dave Rowntree. Tað kann geva ábendingar um, at tað er júst hann, sum er myndamaður.
Tað sigst annars, at tað gekk vilt fyri seg eftir konsertina - bæði í afterparty í Havnar Klubba og á Hotel Føroyum seinni um náttina. Einki av tí er avmyndað.
Her sæst forsangarin, Damon Albarn, ganga í gongini í Høllini á Hálsi - helst áðrenn konsertina - kanska til ljóðroyndina.
Føroyski grunge-bólkurin Mold hitaði upp fyri Blur hetta mikukvøldið. Fremst í myndini er Niklas Thorsteinsson, forsangari í Mold. Aftanfyri eru fleiri av hinum limunum í Mold. Maðurin í kovboyjakka, sum starir til høgru, er gittarleikarin í Blur, Graham Coxon.
Hoyr eisini útvarpsdokumentarin, Annar sangur á Nabb
Tak niður