Almannaverkið linkar kortonatiltøkini

09.04.2020 - 15:38
InnlendisHeilsa
Almannaverkið linkar kortonatiltøkini
Ein neyv virkisætlan fyri tíðina 20.apríl til 4.mai er gjørd, sigur Edvard Heen, stjóri í Alamannaverkinum
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Tiltøkini, sum nú koma, vara frá 20.apríl til 4.mai, tá tey verða endurskoðað.
 
Nakrir umlættingarstovnar lata upp 20.apríl, men fyrstu tíðina verður bara opið í dagtímunum.
 
Stovnarnir eru Dáin í Klaksvík, Mýrusóljan í Runavík, Frítíðarheimið í Havn og Depilin á Sandi.
 
Nøkur vard verkstøð lata eisini upp.
 
Tey eru verkstaðið á Brekku í Klaksvík, Stíggjur í Runavík, Vón í Havn og Virkni í Havn.
 
Fá í senn
 
Byrjað verður við fáum fólkum í senn, serliga við teimum, sum búgva hjá avvarðandi og búgva sjálvi.
 
Tey, sum eru í vandabólki, noyðast at bíða eitt sindur enn.
 
Dagtilboðini Gloym meg ei í Klaksvik og Fjálvi í Havn lata upp eftir skipaðum leisti, har ikki ov nógv eru inni í senn.
 
Tað sama er galdandi fyri dagtilhaldið í Skotarók.
 
Meira fæst at vita á heimasíðuni av.fo.
 
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584