Íslendingar rokka sóttina burtur

18.04.2020 - 21:34
ListTónleikur
Íslendingar rokka sóttina burtur
Talan er um limir í facebookbólkinum, "Syngjum veiruna í burtu". Vit hoyra lag teirra og skifta orð við samskipararnar, Guðný Láru og Stefan Örn V.

Fulla heitið er: "Syngjum veiruna í burtu, öllum frjálst að leggja sitt af mörkum", meðan felagssangurin kallast "Veiran", sum er íslendskt fyri virus.

Guðný Lára og Stefan Örn Viðarsson eru tónleikarar og hjún. Vanliga eru tey við í rokkbólkinum, Rökkva, sum í hesum tíðum hvílir, eins og flestu aðrir tónleikabólkar gera. Í samrøðuni greiða tey bæði frá koronasanginum og facebookbólkinum.

Tey halda, at nú ljósnar í eystri, eitt nú fara íslendsku myndugleikarnir í næstum at lata samfelagið eitt sindur upp afturat. Og skoyta uppí, at føroyingar er hjartaliga vælkomnir í henda facebookbólk at syngj smittuna burtur.

Har leggja limirnir í hvør sínum lag sangir út, meðan Koronakórið var eitt átak at fáa nøkur teirra at syngja sama sang inn á fartelefonina ella telduna, og síðan seta hann brotvíst saman til eina heild. Stefan skrivaði tekstin.

Eftir samrøðuna hoyra vit "Veiran", sum íslendska Koronakórið syngur til lagið Eye of the Tiger.

Plátubarrin 18.4.20

Youtube leinki: https://www.youtube.com/watch?v=y_CNwi_NBwQ

ES: samrøðan er á enskum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

07.11.13
18941
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858