- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Um stutta tíð fer nýggjur og nútímans tunnil millum Hvalba og Trongisvág at avloysa gamla Hvalbiartunnilin, sum er elsti tunnil í landinum og nú er ótíðarhóskandi.
Í tí sambandi hava vit hitt fýra av teimum, sum í sekstiárunum vóru við at gera tann gamla Hvalbiartunnilin. 88 ára gamli Jóan Pauli Næs, 89 ára gamli Kári Norðberg, 82 ára gamli Fríðolv Eysturberg og 77 ára gamli Gert Joensen greiða frá arbeiðsumstøðunum og siga frá søgum, tá gamli Hvalbiartunnilin varð gjørdur. Teir boraðu við hond og kláraðu kortini at koma ígjøgnum eftir millum níggju og tíggju mánaðum.
Saman við teimum fýra eru vit eisini inni í nýggja Hvalbiartunnlinum, har fáir hundrað metrar eru eftir at bora. Dánjal Pauli í Búðini, byggleiðari hjá Articon, og Ketil Nygaard, leiðari fyri boriarbeiðið hjá norska felagnum LNS, greiða teimum frá nýggja tunnlinum og vísa teimum boringina inni á 2.100 metrum. Nýggi tunnilin millum Hvalba og Trongisvág verður tilsamans 2.500 metrar.
-Hetta kann ikki á nakran hátt samanberast við arbeiðið sum vit gjørdu í 60-unum. Og hóast hetta er hugtakandi at síggja, so minkar tað kortini ikki um okkara avrik í sekstiárunum, er niðurstøðan hjá tunnilsveteranunum úr Hvalba.