Breddin

Breddin
27-05-2020
Kjak um seyðahald og lýsing av rúmdarferð

Treingir seyðahaldið í Føroyum til nýhugsan? Hvussu við djóravælferðini og atlitunum til náttúruna. Bøndur og seyðaáhugað umrøða hesar spurningar í sendingini í dag.

Klokkan tríggjar minuttir yvir hálvgum níggju í kvøld verða tveir rúmdarfarar ella astronautar sendir avstað móti altjóða rúmdarstøðini. Ein søgulig hending vilja fleiri vera við. Men hvønn týdning hevur hetta. Tann spurningin seta vit seinni í sendingini.

Luttakarar: Gunnvør Dam Jensen, festibóndi í Kollafirði, Jan Thomsen, óðalsbóndi á Eiði, Johan Jógvansson, bóndi í Saksun, Gunnar Bjarnasson, landbúnaðarfrøðigur, David Arge Klevang Pedersen, adjunktur á DTU Space Center, Martin Andreas Kruse, stjóri í Tesla Import

Gjørt sendingina: Rólant Waag Dam, Tróndur Olsen og John Johannessen

Redaktørur: John Johannessen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024