Góðan morgun Føroyar

Ferðist í egnum landi
28-05-2020
Nýtt átak eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar

Vist Faroe Islands, Kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um nýtt átak, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar. Endamálið er at varpa ljós á mongu frálíku vørurnar og tænasturnar, ið eru mentar hesi seinastu árini og at fáa føroyingar at ferðast í Føroyum og stuðla lokalu vinnuni.

"Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar - Føroyar eiga Kallin. Ein sjáldsama vakur túrur og ein sólarklárur møguleiki hjá familjum og vinarbólkum.' Soleiðis ljóðar brot úr lýsing fyri føroyskar pakkaferðir sum eru at finna á nýggju heimasíðuni ferðist.fo.

Heimasíðan, ið verður sýnisgluggi fyri upplivingar og tænastur kring alt landið, vendir sær ímóti familjum, bólkum og einstaklingum. Á heimasíðuni ber til at finna sær íblástur til upplivingar í Føroyum eins og tað er møguligt at keypa útvaldar upplivingar.

Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni ferðist.fo og á facebook og instagram síðunum við heitinum “Ferðist í egnum landi”.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024