Góðan morgun Føroyar

Eitt virkið og spennandi ár
04-06-2020
ADHD-felagið hevur júst havt ársaðalfund. Bjørg Dam er afturvald forkvinna

Seinasta árið hevur verið hendingaríkt fyri ADHD-felagið. Millum annað hevur felagið fingið nýggja heimasíðu; tey hava fingið samstarv við ADHD feløgini í norðanlondum; nýggj ADHD klinikk verður sett á stovn; í desember fingu tey stóra adventsgávu og fleiri ung fólk eru vald í nýggju nevndina.

Eisini eru tey í holt við landsumfatandi átak, ið ber heitið 'viðurkenning'. Endamálið er at gera ADHD/ADD meira kent millum foreldur, fólk, politikarar og fakfólk, soleiðis at lættari er at tosa um tað, so tey við ADHD fáa ta neyðugu hjálpina.

- Hóast fleiri góð framstig, so eru framvegis nógvar avbjóðingar, sigur Bjørg Dam, forkvinna í felagnum.

Í fólkaskúlanum rópa lærarar neyðarróp, tí teir hava ikki førleikar og umstøður at undirvísa børnum við ADHD. Felagið harmast um, at ein so stór fólkaskúlaverkætlan sum Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar ella pláss til at fáa serflokkar. Eftir teirra tykki eiga allir skúlar yvir 200 børn at hava serflokkar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024