Góðan morgun Føroyar

Sjódypparar vilja hava baðistovu
05-06-2020
Baðistovan skal hava eina sauna, serliga tí tað er heilsugott at koma inn í hitan, aftaná ein hevur verið í kalda sjónum

Sjódypp er eitt heilárs sjóbaðifelag, sum heldur til í Suðuroynni.

Áhugafelagið hevur verið virkið síðani oktobur 2018 og hevur nú fleiri enn 40 limir.

Tey dyppa fyri tað mesta í Tjaldavík, sum er ímillum Hov og Ørðavík.

Fyri at betra um umstøðurnar, er Sjódypp nú farið á hópfígging.

Tina Grønbeck Tausen, forkvinna í Sjódypp, sigur, at ætlanin er at gera eina oasu, sum skal hóska væl til grøna náttúrliga umhvørvið í Tjaldavík.

Felagið hevur fingið loyvi frá Yvirfriðingarnevndini og Hovs kommunu at seta eina baðistovu upp, gera eina gongugøtu og eina brúgv á staðnum.

Vegna skiftandi veður, ynskja vit at hava møguleikan at skifta í baðiklæði innandura, áðrenn vit loypa á sjógv.

Vit ynskja eisini at gera eina gongugøtu, soleiðis at tað er trygt og lætt at ganga frá parkeringsøkinum til baðistaðið, serliga um veturin, sigur forkvinnan.

Umhvørvisligu hentleikarnir skulu gagna limunum í felagnum, men almenningurin skal eisini kunna fáa gleði av hesum.

Møguleiki skal eitt nú vera hjá fyritøkum og øðrum bólkum, sum fara gongutúrar ella útferðir, at bíleggja og njóta baðistaðið.

Á sama hátt skulu ferðafólk hava møguleikan at bíleggja sær atgongd til baðistaðið gjøgnum Visit Suðuroy.

Meira fæst at vita á síðuni hópfígging

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024