Bíðaðu leingi eftir bráðfeingishjálp

14.06.2020 - 14:17
Innlendis112
Bíðaðu leingi eftir bráðfeingishjálp
- Eg eri skelkað av, at tað tók so langa tíð at fáa hjálp, sigur Herborg Torkilsdóttir, sum saman við øðrum bíðaði í 40 minuttir eftir hjálp í gjár

Tá ið ein kvinna í gjár gjørdist bráðfeingissjúk í Nólsoy, tók tað 40-45 minuttir at fáa hjálp á staðið. Og tað er skakandi, sigur Herborg Torkilsdóttir, sum sjálv var á staðnum. 

Tvær sjúkrasystrar vóru eisini á staðnum og góvu kvinnuni ta hjálp, hon hevði tørv á, meðan tey bíðaðu.

- Vit eru von við, at tað tekur langa tíð. Og onkuntíð hava vit verið noydd at taka sakina í egnar hendur og flutt fólk við privat bátum til Havnar, sigur Guðrun Sundar Hansen, sum hevur búð í mong ár í Nólsoy. 

Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur í viðmerking í dag, at orsøkin til, at tað tók longri tíð enn ætlað, var, at alarmsentralurin fekk ikki fatur aftur á fólkunum, sum ringdu 112, og tí varð neyðugt at fáa fatur á tilbúgvingarfólki í Nólsoy og fáa tey at fara á staðið og kanna málið. 

 

- Eg skilji væl tað kann kennast leingi at bíða. Og avtalan við tyrlutænastuna er, at tað skal taka 30 minuttir og ikki meir, sigur Tummas í Garði. 

 

Hoyr samrøðu við Herborg Torkilsdóttir og Guðruna Sundar Hansen við at trýsta á pílin undir myndini. Hoyr samrøðu við Tummas í Garði aðrastaðni á forsíðuni á heimasíðuni. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887