- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fake news var eisini til í 1887
Á facebook er ein bólkur, sum eitur "Gamlar myndir úr Havn". Ein gomul mynd av nøkrum fiskimonnum varð eina ferð løgd út á bólkin, uttan at tað fylgdi nøkur serlig frágreiðing við. Tað serliga við júst hesari myndini var, at onkur hevði viðgjørt hana, og litir vóru settir á. Hetta fekk Ole Wich fram at knappaborðinum. Hann kallaði hetta søguliga falsan - við øðrum orðum fake news. Við hesum sum útgangsstøði setti vikuskiftissendingin Ole stevnu á Tinganesi, har evnið var tvær gamlar myndir, og hvussu tær kundu brúkast sum søguligar keldur. Eisini tekur Ole saman um brúkið av visuellum keldum í føroyskari søguskriving. Hann heldur, at tað verður lagdur alt ov lítil týdningur í at brúka myndir sum keldur. Og sum ein avleiðing, heldur hann, at myndasavnið á Tjóðsavni Føroya, sum herfyri mundi farið upp í royk, verður alt ov aftarlaga raðfest.
Tak niður