Góðan morgun Føroyar

Korona hevur givið Janusi ein vanligan gerandisdag
30-06-2020
Korona hevur givið Janusi Rasmussen høvið at hugsavna seg í upptøkuhølunum í Reykjavík

Tónleikarin og framleiðarin Janus Rasmussen hevur nógv jørn í eldinum.

Her heima kenna vit hann best sum aðru helvtina av popp-bólkinum Byrta.

Men hann hevur eisini framleitt tónleik hjá fleiri tónleikarum - bæði her heima og uttanlands.

Og fæstu føroyingar munnu vita, at hann er partur av tekno-duettini Kiasmos, hvørs tónleikur verður dúgliga spældur á diskotekum kring allan heimin og nógv stroymdur á tónleikatænastum.
Eitt nú er kendasta lagið, Looped, spælt ikki færri enn slakar 32 milliónir ferðir á Spotify. Á øðrum plássi er lagið Blurred, sum er spælt slakar 25 milliónir ferðir.

Flestu vikuskiftini hjá Janusi Rasmussen hava seinastu árini verið nýtt í flogførum um dagin og á diskotekum um náttina.

Men í hesum korona-tíðum hevur Janus Rasmussen nýtt høvið at hugsavna seg um at gera nýggjan tónleik í upptøkuhølunum í einum gomlum flakavirki á bryggjuni í Reykjavík.

Finnur Koba hevur hitt Janus Rasmussen um vikuskiftið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024