Góðan morgun Føroyar

Havnin undir krígnum
03-07-2020
Í dag letur framsýning upp á Tórshavnar Býarsavni, sum lýsir býin undir krígnum

Framsýningin hjá Tórshavnar Býarsavni er gjørd í sambandi við, at tað í ár eru 75 ár síðan seinni heimsbardagi endaði. Bretska hersetingin í Føroyum, nevnd Operation Valentine, var frá 12. apríl 1940 til 16. mai. 1945.

Hersetingin hevði stóra ávirkan, bæði politiskt, fíggjarliga og mentanarliga. Tíðin var merkt av álvara og gaman. Nógvir mans lótu lív á sjónum og í vanlukkum, og óttin um, hvat fyrifórst úti í heimi, var stórur. Tíðin var tó eisini merkt av stuttleika og vinaløgum við bretar.

Á framsýningini hjá Býarsavninum eru nógvir áhugaverdir lutir frá krígstíðini. Umframt hernaðarútgerð ber til at síggja kjólar, atgongumerki til dans, móta- og seymibløð, føroysk tíðarrit og ein heimagjørdan skógv, sum ein maður gjørdi unnustu síni undir krígnum. Eisini eru myndir og upptøkur úr Havn frá hesari tíðini.

Nógvir av lutunum eru ogn hjá Býarsavninum, m.a. lutir sum Birgar Johannesen lat savninum. Harumframt eru eisini lutir, ið eru læntir frá Tjóðsavninum og Krígssavninum. Í sambandi við framsýningina eftirlýsti Býarsavnið lutir frá krígstíðini, og nógv fólk hava verið so beinasom at læna og lata savninum lutir.

Sámal Blak hevur sniðgivið framsýningina.

Framsýningin um Havnina undir krígnum letur upp á Frúutrøð fríggjadagin 3. juli og er opin hvønn dag kl. 11-17.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024