Góðan morgun Føroyar

Avmynda føroysk mineral og grótsløg
08-07-2020
Jarðfeingi sóknast eftir myndum frá almenningum í samband við bókaútgávu

Í samband við bókina 'Føroysk mineral og grótsløg', sóknast Jarðfeingi eftir nærmyndum av tinnum, krystallum og áhugaverdum gróti. Tey heita á almenningin um at senda teimum myndir. Áhugaverdasta myndin fær virðisløn upp á 5.000 kr.

Treytir:

Myndatakari varðveitir ognarrætt yvir innsendar myndir.

Við at senda inn myndir góðtekur myndatakari fylgjandi:
at Jarðfeingi velur út innsendar myndir og leggur tær á heimasíðu/facebook/instagram ella í øðrum sambandi
at navn hjá myndatakara verður upplýst saman við myndini
at Jarðfeingi velur út innsendar myndir til nýggju bókina Mineral og grótsløg í Føroyum. Jarðfeingi samskiftir nærri við myndatakara um hetta.

Vegleiðing

1: Tak eina mynd av minerali ella gróti
Tak nærmynd av tí, sum tú vilt vísa. Minst til at loyva staðseting á snildfonini ella fototólinum, áðrenn myndin verður tikin.

2: Send okkum myndina
Send myndina við telduposti til mineral@jf.fo, ella umvegis Facebook ella Instagram.

3: Myndin verður løgd á Facebook- og Instagramvangan hjá Jarðfeingi
Myndin verður løgd út á Facebook og Instagramvangan hjá Jarðfeingi, og umframt navn á myndatakara viðmerkja tey, hvat mineral og grótslag sæst á myndini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024