Kring Kring Føroyar dagur 2: Eysturoy

10.07.2020 - 00:18
ÍtrótturAnnar ítróttur
Kring Kring Føroyar dagur 2: Eysturoy
Dávur Magnussen súkklaði frá Helga Winther Olsen við Norðskálatunnilin, og favoritturin hevur nú eina samlaða leiðslu upp á smáar tríggjar minuttir
Mynd: Geir Gilsteinsson  
Í mótbrekku: Yvirskot er til eitt smíl niðan eftir Oyndarfjarðarvegnum

Dávur Magnussen vísti eingi tekin um veikleika, tá hann vann annan teinin av Volvo kring Føroyar hósdagin frammanfyri Helga Winther Olsen.

Favoritturin súkklaði teir góðar 100 kilometrarnar frá Saltangará til Eiðis og aftur upp á 3 tímar og 10 minuttir; góðan ein minutt skjótari enn Helgi Winther Olsen.

Einsamallur síðstu 40 kilometrarnar

Eins og fyrsta teinin, fóru teir tríggir, Dávur Magnussen, Helgi Winther Olsen og Jákup Petur Eliassen frá hinum, men tá súkklað var niðan úr Funningi, orkaði Jákup Petur Eliassen ikki at fylgja við meir.

Hinir báðir fylgdust um Eiðisskarð, til teir nærkaðust Norðskálatunlinum. Tá setti Dávur Magnussen ferðina upp, og Helgi Winther Olsen mátti sleppa. 

Áðrenn málið var rokkið, skuldu súkklararnir ein túr runt um Agnið at venda, og tað eydnaðist Helga Winther Olsen at vinna ein hálvan minut aftur.

Kappingin heldur fram í Sandoynni fríggjadagin.

Teinur 2: Saltangará - Eiði - Saltangará (opin bólkur):
Dávur Magnussen: 3.10.45
Helgi Winther Olsen: 3.11.56
Jákup Petur Eliassen: 3.21.25
Hilmar Hansen: 3.21.27
Gunnar Dahl-Olsen: 3.23.41
Andrass Joensen: 3.23.42
Peter Jensen: 3.35.59
Bogi Gregersen: 3.45.07
Ken Bærentsen: 3.45.07
Áslakkur Nesá: 3.53.12
Casper Rosen: Kom ikki á mál

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887