- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Betri fyri bæði fólk og kríatúr
31-07-2020
Í felagsfjósinum á Viðareiði eru 110 mjólkineyt. Málið er at koma uppá 130 mjólkineyt og at seks familjur skulu liva av tí. Hoyr innslagið her
Tríggir bøndur á Viðareiði, Esmar Sørensen, Niels Absalonsen og Rói Absalonsen, hava bygt eitt stórt og nýmótans leysgongufjós, har 110 mjólkikýr nú eru. Pláss er fyri 130 kúm og tað er málið í framtíðini.
Esmar Sørensen sigur, at tað hevur tikið sjey ár at koma so langt. Tað hevur verið møðsamt, men tað hevur verið tað vert.
Sum er hava teir ov lítið av stráfóðri og tí verður nú farið undir at velta meira bø, umframt at teir nú sláa tvær ferðir. Tað hjálpir væl at bøurin nú er vetrarfriðaður, sigur Esmar Sørensen.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024