Góðan morgun Føroyar

Korona: Grannahjálp er til reiðar at tæna fólki
07-08-2020
Fólk bjóða sær m.a. til at fara til handils, at ganga túr við hundi, ansa børnum ella gera skúlating við børnum, sigur Jóhannes Miðskarð, stigtakari

Nú so nógv fólk hava fingið koronu og uppaftur nógv fleiri fara í sóttarhald, er Grannahjálp aftur til reiðar at hjálpa teimum, ið tørva smærri tænastur.

-Grannahjálp kann sammetast við eina uppslagstalvu. Sjey bólkar eru runt alt landið og fólk kunnu fara inn á bólkin í teirra øki, har tey kunnu venda sær til onkran, ið hevur boðið seg fram til uppgávur. Eingin av teimum, ið ynskja hjálp, nýtist at skriva sítt navn alment. Tað er eitt mál millum tann, ið hevur brúk fyri tænastu, og tann, ið bjóðar seg fram at hjálpa, segði Jóhannes Miðskarð í samrøðuni í Góðan morgun Føroyum í morgun.

Dømi um hjálp eru at keypa inn fyri fólk, ganga túr við hundinum, ansa børnum ella hjálpa børnum við skúlatingum og ymist annað. Á bólkinum á Facebook er listi, har fólk hava boðið sær at hjálpa.

- Tað er gott at vit í Føroyum halda so væl saman og at familjurnar eru tætt knýttar. Men tað kann t.d. henda, at heilar familjur fara í sóttarhald. Onnur eru einsamøll í tí umhvørvinum har tey búgva, og tá kann ein grannahjálp koma væl við, sigur Jóhannes Miðskarð, sum fekk hugskotið um Grannahjálp úr Danmark.

Jóhannes sigur, at Grannahjálp er meira til smærri uppgávur. Eru tað størri og álvarsamari uppgávur at loysa, sum eitt nú snúgva seg um fíggjarlig ella sálarlig viðurskifti, er hjálparnetið hjá Reyða Krossi eisini til reiðar at hjálpa.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024