- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útvarpið hoyrist framvegis ikki í tunlinum
07.09.2020 - 14:07
Innlendis›Tøkni
Útvarpið hoyrist framvegis ikki í tunlinum
Nú fer Landsverk at umvæla brekið í Kollafjarðartunlinum
Tekniskir trupulleikar eru orsøkin til, at hoyrilíkindini í Kollafjarðartunlinum ikki eru batnað.
Í pørtum av tunlinum hoyrist útvarpið als ikki.
Hálvan mai boðaði Landsverk frá, at útgerð skuldi setast upp í tunlinum, so hoyrilíkindini batnaðu, men tað gekst ikki eftir vild, og hoyrilíkindini eru ikki batnað.
Tað verður nú gjørt, sigur Bjarni Petersen sum er økisleiðari fyri miðøkið.
7.500 bilar koyra gjøgnum Kollafjarðartunnilin um samdøgrið, upplýsir Landsverk.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV