Ginsburg farin - Trump kann brúka tað í valstríði

19.09.2020 - 18:49
Útheimurin
Ginsburg farin - Trump kann brúka tað í valstríði
Amerikanski forsetin,Donald Trump, fer helst bíða við at seta ein hægstarættardómara til eftir valið, heldur Regin W. Poulsen, journalistur í USA

Hægstirættardómarin,Ruth Bader Ginsburg, doyði í gjár, 87 ára gomul.

Ruth Bader Ginsburg hevur verið hægstirættardómari síðani 1993, tá hon var tilnevnd av táverandi forsetanum, Bill Clinton. Hon var víðakend fyri millum annað sínar áskoðanir á mannarættindi og javnrættindi.

Stríðið, um hvør skal setast í hennara stað, byrjaði alt fyri eitt, tí í USA tilnevnir sitandi forsetin hægstarættardómarar - tey vera síðani sett av senatinum og vera sett fyri lívið.


Mótstøðumaðurin hjá Trump - demokraturin, Joe Biden, hevur longu boðað frá á Twitter, at hann heldur, at hægstirættardómari skal veljast eftir valið - tað vil siga, at tann nývaldi forsetin skal seta dómaran.


Donald Trump fer møguliga at bíða viðat seta ein hægstarættardómara, hóast hann hevur meiriluta í senatinum, tí hann vil brúka tað í valstríðnum, sigur Regin Winther Poulsen.

Á tann hátt fær hann valstríðið at snúgva seg um eitt nú fosturtøku og onnur konservativ/liberal virðir.

Hoyr samrøðuna við Regin Winther Poulsen, sum starvast sum journalistur hjá Al Jazeera í New York.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010