Verða nú kvinnur á pappírinum

19.09.2020 - 17:07
InnlendisPolitikkur
Verða nú kvinnur á pappírinum
Forfólkini í flokkunum á tingi eru kallað saman at broyta starvsheitini hjá landsstýris- og løgtingsfólkum

Stýrisskipanin skal broytast, so at løgtings- og landsstýriskvinnur eisini á pappírinum eita kvinnur og ikki løgtings- og landsstýrismenn, sum tær eita í dag.

Tað segði Bárður Nielsen, løgmaður, á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í dag.

Tað var fyrr í ár, at tingkvinnurnar, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, løgdu uppskot fram um at broyta starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum, soleiðis at løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur eisini á pappírinum eita kvinnur og ikki løgtings- og landsstýrismenn.

Á landsfundi hjá Sambandsflokkinum fyrraparin segði Bárður Nielsen, løgmaður, at hetta nú verður broytt.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fegnast um ætlanirnar at broyta starvsheitini, men er tó bangin fyri, at politiskar ósemjur um aðrar broytingar í stýrisskipanarlógini, kunnu hava við sær, at starvsheitini ikki verða broytt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585