- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Seinastu árini hava Hjørdis og Dánjal Petersen verið høvuðspastorar í City Church í Havn.
Nú fara tey í farloyvi, tí orkan skal leggjast í eftirskúlan í Skálavík. Tey eru bæði í áhugabólkinum, sum varðar av skúlanum.
Nýtt fyristøðufólk í City Church er Tom Jacobsen.
Hann og konan, Guðrið, eru longu í leiðslutoyminum í samkomuni. Tom hevur verið ungdómspastorur, og Guðrið hevur samskipað lovsongin.
Frammundan hevur nýggi fyristøðumaðurin verið nógv uttanlands. Hann var hálvt ár í Taiwan hjá Youth With a Mission, og seinni vóru hjúnini tvey ár í skúlanum hjá Bethel Church í Redding, Kalifornia.
Tann íblásturin kunnu tey brúka nú, tí í City Church er altíð okkurt á vási. Tey, sum ganga her ræðast ikki broytingar, leggur hann dent á..
Øll hava sína trúarferð, og tað er trupult at siga, júst hvat er tað rætta, sigur Tom Jacobsen, pastorur, ið er spentur at taka við uppgávuni í City Church.