Góðan morgun Føroyar

- Fíggjarligur harðskapur skal ikki góðtakast
28-09-2020
Alice Frederiksberg, fíggjarráðgevi hjá Betri, sigur, at hugtakið ikki er ókent í føroysku peningastovnunum

Talan er um fíggjarligan harðskap, tá ein persónur tekur fíggjarliga frælsi frá øðrum.

Eitt nú um annar makin noktar hinum at forvinna sær pening, innlit í egna konto og fíggjarstøðuna hjá húskinum.

- Okkum dámar best, at báðir partar eru við, tá prátað verður um fíggjarviðurskifti hjá húskinum. Tað sigur Alice Frederiksberg, fíggjarráðgevi hjá Betri.

Hon ásannar, at peningastovnurin ógvuliga sjáldan er partur av málinum, meðan tað leikar á. Ofta frættir ráðgevin ikki um tað fyrr enn aftaná.

Vit heita á fólk at taka av ráðgevingini, ið verður bjóðað, tí tað hevur stóran týdning, at allir partar fáa kunning um síni rættindi.

Alice Frederiksberg leggur dent á, at tað eru fleiri góð ráð, ið eru verd at hava í huga.

Eitt nú er skilagott at hava egna uppsparing, soleiðis, at tú hevur okkurt at standa ímóti við, um óvæntaðar útreiðslur taka seg seg upp.

Vit eiga eisini at tryggja, at loyniorð veruliga eru loynilig, og hugsa okkum væl um, áðrenn fulltrú til okkara konto verður latin øðrum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024